Sensationelt er 16 ára gamli Magnus Carlsen úr Norra fremstur í Linares 2007. Seks umfør eru leikt og hann hevur 4 stig. Magnus hevur m.a. vunnið á Veselin Topalov (Topalov gavst í javnari støðu), Vassily Ivanchuk og Alexander Morozevich.
Næstir Magnusi eru Viswanathan Anand og Levon Aronian við 3,5 stigum. Peter Leko, Peter Svidler og Ivanchuk hava 3 stig, meðan Topalov og Morozevich einans hava 2 stig. Dupultumfør, ella 14 umfør skulu telvast.