Tíðin hjá Magnusi var nýtt føroyskt juniormet, 27.68. Metið frammanundan átti Kára J. á Høvdanum frá EJM í Beograd í 2008 við 27.89.
Tíðin er eisini bara 3 hundrapartar frá føroyska metinum hjá Kára, sum er 27.65 frá HM í Rom í 2009. Eitt sera gott úrslit hjá unga Magnusi, ið ikki hevur rokkið veruligum junioraldri enn.
Martin Terp Olesen úr Danmark vann silvur við tíðini 27.81, og Ralf Tribuntsov úr Estlandi bronsuheiðursmerki við tíðini 27.88.
Føroysku svimjararnir kappast víðari í dag og sunnumorgunin, og útlit eru til enn fleiri heiðursmerki, serliga nú eftir at Magnus hevur staðfest sína styrki.
Til ber at fylgja við meistarastevnuni á www.svimjing.com/live