Hilmar Jan Hansen
Ungi havnarmaðurin, Magnus Jákupsson, sum gott og væl síðsta hálva árið hevur svomið niðri, har hann hevur funnið góðar umstøður og avbjóðingar, royndist aftur um vikuskiftið sera væl í kapping, tá hann var við í meistarastevnuni fyri lið í donsku liguni, sum er besta deildin í Danmark.
17 ár Magnus svimur fyri felagið VAT, ið er stytting fyri Vestegnens Aqua Team, eftir at hann annars hevur fingið sín uppvøkstur sum svimjari í Havnar Svimjifelag. Væl hevur ligið fyri hjá honum, síðani hann flutti niður, tí tað hava úrslitini víst, og hann eigur fleiri føroysk- og juniormet.
Leygarmorgunin setti Magnus nýtt føroyskt met og nýtt juniormet í 50 metra ryggsvimjing við tíðini 25.22 sekund, sum var 0,28 sekund skjótari enn gamla metið, sum Magnus sjálvur setti á eini stevnu í St. Dizier í november í fjør, veit heimasíðan svimjing.com at siga.
Uppaftur meira merkisvert er, at nýggja mettíð hansara var skjótari enn danska juniormetið, sum Mathias Gydesen setti í 2006. Sami Gydesen var um vikuskiftið bara ein hundraðpart av einum sekundi frá at svimja seg til OL í 100 metra ryggsvimjing.
Seinni leygardagin gjørdi Magnus Jákupsson enn ein vørr, tá hann eisini á 100 metra teininum í ryggsvimjing setti føroyskt met. Nýggja tíð hansara er 54.45 sekund og er meira enn eitt hálvt sekund av gamla metinum upp á 55.01 sekund, sum Magnus setti í NJM-kappingini í fjør. Her er talan eisini um nýtt juniormet.
Góða gongdin hjá Magnusi í donsku liðkappingini er eitt beinleiðis framhalda av úrslitunum, hann fekk í Danish Open herfyri, har tað eydnaðist honum at seta trý nýggj føroysk met og trý juniormet.
Í fjørsummar var Magnus við í EJM-kappingini í Beograd, har hann í fimm kappingum setti fimm nýggj føroysk met og juniormet, og á Oyggjaleikunum á Isle of Wight vann hann trý gull-, fimm silvur- og eitt bronsuheiðursmerki fyri Føroyar.
hilmarjan@sosialurin.fo









