Svimjarin Magnus Jákupsson megnaði aftur í dag at seta føroyskt met og juniormet í 50 metra firvaldasvimjing í EJM í Antwerpen.
Magnus settið metið í hálvfinaluni, og tíð er 24.69 sekund. Metið hjá honum frá innleiðandi riðlunum í morgun var 24.79, og metið áðrenn tað var hansara 24.96 frá EJM í Beograd í 2011.
Tíðin seinnapartin var nóg góð til, at hann varð nummar 9 og bara tveir hundraðpartar frá teimum 8 í finaluna.