Magnus Jákupsson sett í gjár enn eitt føroyskt met, tá hann í kappingini 100 metra ryggsvimjing svam teinin upp á 54.45 sekund, skrivar svimjing.com.
Magnus átti sjálvur metið frammanundan, sum hann setti í NJM 2011 við tíðini 55.01. Sostatt tók hann meiri enn eitt hálvt sekund av gamla metinum hjá sær. Talan er somuleiðis um junior met.
Magnus luttekur í hesum døgum í meistarastevnuni fyri lið í Danmark. Hann setti leygardagin nýtt føroyskt- og junior met í 50 metrar rygg. Tíðin var somuleiðis skjótari enn danska junior metið.
Mynd: www.svimjing.com