Magnus Rasmussen tekur sæti á tingi

Runavíkar býráð hevur í kvøld einmælt samtykt, at Magnus Rasmussen kann røkja bæði størvini árið út.

Runavíkar býráð hevur havt eykabýráðsfund seinnapartin í dag.

 

Á skránni var umbøn frá borgarstjóranum, Magnusi Rasmussen, um loyvi at taka sæti á Føroya løgtingi, samstundis sum hann røkir borgarstjórastarvið fram til 1. januar 2016.

 

Runavíkar býráð hevði ikki trupult við at samtykkja hesa umbøn, sum einmælt varð gingin borgarstjóranum á møti.

 

Magnus Rasmussen varð valdur á Føroya løgting á valinum 1. september á listanum hjá Sambandsflokkinum í Eysturoy við 500 atkvøðum.