Magnus Pauli Poulsen 50

Mikudagin 27. apríl fylti ein nokkso kendur havnarmaður 50 ár. Tað er Magnus Pauli Poulsen, ella betri kendur sum Maggi.
Aftaná lokna skúlatíð í Hoydølum var hann eina tíð í Danmark og royndi onkra skúlagongd, men tók so avgerðina heldur at fara sjóvegin. Skiparalærdur fór hann út í stóru verð og hevur tað nógvu árini verið hansara lív.
Innan tónleikalívið hevur hann óivað verið ein av stóru drívkreftunum í
landinum og var ein av fremstu tónleikarum í Spælimonnunum í Hoydølum. Hollur vinur, stórskemtari, gávuríkur og heimspekingur.
Maggi eigur tvey børn saman við Maluni av Eiði.
Hjartaliga tillukku, vinurin.

Landavegskúllar