Magnus norðurlendskur forseti

Formaðurin í Flogbóltssambandinum var á aðalfundi um dagarnar afturvaldur sum forseti fyri norðurlendska flogbóltssamstarvið, NEVZA, har hann vann valið í kapping við formannin í danska flogbóltssambandinum

FLOGBÓLTUR

 

Í farnu viku vóru umboð fyri Flogbóltssambandið, Magnus Tausen og Niclas Joensen, á aðalfundi í europeisku flogbóltssamgonguni, CEV. Aðalfundurin var í Izmir í Turkalandi, har samstundis var dystast um europameistaraheitið í mansflogbólti.

Men tað, sum kanska var enn meira merkisvert, sæð úr føroyskum sjónarhorni, var afturvalið av Magnusi Tausen sum forseta í norðurlendska flogbóltssamstarvinum, NEVZA. Felagsskapurin hjá norðurlendsku flogbóltssambondunum hevði aðalfund dagin fyri CEV-aðalfundin, og talan gjørdist um eina stóra álitisváttan til føroyska formannin.

Síðstu tvey árini hevur Magnus verið NEVZA-forseti, og hóast Danmark á aðalfundinum stillaði sín formann, Erik Jacobsen, upp ímóti Magnusi, so tók tann føroyski við afturvali og vísti seg eisini at draga longra stráið við sannførandi 6-1 sigri í atkvøðugreiðsluni.

– Tað er sjálvsagt hugaligt at síggja, at hini norðurlondini virðismeta føroyska innsatsin í bæði europeiskum og altjóða flogbólti, so vit fegnast um afturvalið, sigur Magnus Tausen, sum í komandi tvey ára valskeiðnum kann síggja fram til, at talan verður um ein bæði størri og sterkari felagsskap.

 

Víðka felagsskapin

Øll norðurlond eru limir í NEVZA, men á aðalfundinum hesa ferð fekk Ongland váttan fyri, at landið eisini sleppur upp í part, umframt at ein umsókn væntandi kemur frá Skotlandi í næstum. Tá hesi bæði eru við, kann tað vera so skjótt, at eisini Wales, Írland og helst eisini Norðurírland velja somu leið.

– Vit síggja fram til at víðka felagsskapin, tí við einum sterkum norðurlendskum samstarvi, ið eisini fevnir um flogbóltssambondini í Bretlandi, eru vit brádliga ein størri og týðandi samstarvspartur í europeiskum høpi, sigur Magnus Tausen.

– Umframt, at vit her fáa ein felagsskap, ið kann gera seg galdandi, tá stóru avgerðirnar skulu takast, eru vit eisini við í felagsskapinum fyri smátjóðir, ið eru rættiliga nógvar í tali. So hóast Føroyar kunnu tykjast smáar, hava vit góðar møguleikar fyri at fáa okkara ávirkan, har tær veruliga stóru avgerðirnar í flogbólti verða tiknar.

 

Politiska ávirkan

Magnus Tausen sigur, at bæði í europeisku flogbóltssamgonguni, CEV, og altjóða flogbóltssamgonguni, FIVB, hevur verið ein ávís mótstøða ímóti, at norðurlond standa ov sterk, men í øllum førum í europeiskum høpi er hetta rák nú við at venda.

– Tað er eingin loyna, at norðurlond eru øgiliga væl skipað, so í staðin fyri at óttast ta dygdina, eru fleiri nú sinnað at njóta gott av henni. Og tað kann so aftur koma okkara norðurlendska felagsskapi til góðar, sigur hann.

– Okkara felagsskapur byggir fyrst og fremst á nógv virksemi, ið fevnir um kappingar og líknandi, men so hvørt sum vit fáa styrkt NEVZA, fáa vit enn betri møguleikar at gera okkum galdandi, tá talan er um flogbóltspolitisk mál, ið bæði viðvíkja okkum og flogbóltinum sum heild. Tað er eisini við til at gera forsetassessin til eina spennandi avbjóðing komandi tvey árini.