Magnus nýggjur formaður í Lærarafelagnum

Á aðalfundi í Føroya Lærarafelag leygardagin varð Magnus Tausen valdur til nýggjan formann við stórum meiriluta. Nýggi formaðurin ætlar at skapa eitt tættari samband millum felagið og limirnar.

Okkurt um 200 limir vóru møttir á aðalfundi lærarafelagsins leygardagin. Eitt av málunum, ið skuldi avgreiðast á árliga aðalfuninum, var, hvør ið skuldi verða formaður í felagnum næstu tvey árini. Vanliga plaga tað ikki at verða fleiri valevni, men hesaferð vóru valevnini ikki færri enn trý í tali.

Magnus vann stórt
Teir tríggir lærararnir, ið høvdu bjóðað seg fram til formanssessin, vóru sitandi formaður Johannes Eli Iversen, næstformaðurin Magnus Tausen og so Jón Ingi Eidesgaard, lærari í Oyndarfirði.
Tað gjørdist sitandi næstformaðurin, Magnus Tausen, ið vann stríðið um formanssessin, og tað gjørdi hann við stórum meiriluta. Magnus fekk ikki færri enn 107 atkvøður, meðan Jón Ingi fekk 37 atkvøður og verandi formaður, Johannes Eli Iversen fekk 34 atkvøður.
Nývaldi formaðurin er lærari í Kommunuskúlanum í Havn, men av tí at formansstarvið í Føroya Lærarafelag er eitt fulltíðarstarv, fer Magnus í komandi viku í farloyvi úr lærarastarvi sínum. Tó sigur hann, at hann hevur onkran flokk, ið hann skal føra upp til próvtøku í summar, og tí fer hann framvegis at verða knýttur at kommunuskúlanum næstu mánaðirnar, so at næmingarnir, ið skulu til próvtøku, ikki verða sleptir upp á fjall.

Styttri millum limir og nevnd
Magnus Tausen sigur, at eitt tað týdningarmiklasta málið, ið hann ætlar sær at fáa loyst, er álitisfólkaskipanin.
- Eg havi ført fram sum eitt slag av ein um kritikkpunkti, at felagið ikki er nóg nógv frammi millum limirnar. Um vit høvdu dugað at brúkt álitisfólkaskipanina betur, høvdu vit havt eitt nógv meiri dynamiskt felag, sigur Magnus Tausen.
Nývaldi formaðurin sigur, at í næstum verður farið undir at útbúgva álitisfólkini, soleiðis at tey eru nóg væl skúlað til, at tey kunnu tryggja, at alt fer fram eftir bókini úti á skúlunum.
- Eg haldi eisini, at tað hevur verið ov langt millum nevndina í Føroya Lærarafelag og limir felagsins, og at ein gagnnýtsla av álitisfólkaskipanini kundi bøtt um hetta. Tað kemur ov lítið fram, og tað er alneyðugt, at vit fáa eitt meiri opið felag. Sjálvsagt eru tað eisini nógv mál, sum vit arbeiða við, ið ikki skal út millum limirnar, men vit eiga í væl størri mun at kunna limirnar um virksemi felagsins, sigur Magnus Tausen.
Sáttmálin hjá Føroya Lærarafelag við Fíggjarmálastýrið gongur út í heyst, og tí verður farið undir at samráðast um nýggjan sáttmála í næstum. Í hesum sambandi er nevndin í Føroya Lærarafelag farið undir at fyrireika seg til hesar samráðingar, ið ivaleyst fara við nógvari orku, greiðir Magnus Tausen frá.