Magnus liðugur við sildakanningar

Magnus Heinason er júst liðugur við sildakanningar norðan fyri Føroyar, og tær vísa, at nógv sild var at síggja í føroyskum øki í mai, tó nakað minni enn seinnu árini.

Sildin stóð víða um og var at finna sum ein lind á 30-100 m dýpi, serliga í norðrara parti av kannaða økinum. Um dagin sást sildin taka seg saman í smáar torvur á 250-400 m dýpi. Hesar torvur komu vanliga upp undir vatnskorpuna um náttina. Annars var sildin meira javnt býtt í økinum, serliga í syðra og eystara parti enn undanfarin ár. Tølini frá Magnus Heinasyni verða løgd saman við úrslitunum frá hinum luttakandi skipunum fyrst í juni mánaði.

Lítið og einki av svartkjafti var at síggja norðanfyri í ár. Hetta samsvarar væl við kanningar, sum vóru gjørdar fyrr í vár, har nøgdirnar sunnanfyri vóru sera lágar. Úti á opnum havi er næstan einki at síggja, og tí kunnu vit ikki rokna við, at tilgongdin fer at batna fyribils.

Kanningin er skipað sum altjóða kanning undir ICES, har vit luttaka saman við Noregi, ES (Danmark), Íslandi og Russlandi.

Til ber at lesa alla frágreiðigina á www.hav.fo

Les alla frágreiðingina