Sosialu miðlarnir hjá pólska felagnum, Chrobry Glogów, skriva í dag, at felagið hevur gjørt sáttmála við føroyska miðvallaran Magnus Holm Jacobsen. Sum skilst, so er hetta gjørt uttan loyvi frá 07 Vestur, sum hevur sáttmála við Magnus H. Jacobsen árið út. Eitt felag kann tó kunngera ein nýggjan spælara, um hesin hevur seks mánaðir ella minni eftir av verandi sáttmálanum.
Fyrr í vikuni siteraði bolt.fo pólsku heimasíðuna, www.igol.pl, sum skrivaði at Magnus Holm Jacobsen skiftir til Chrobry Glogów, sum spælir í næstbestu deildini í Póllandi, har teir síðsta kappingarár endaði nr. 9 av 18 liðum.
Stutt seinni kom svar úr 07 Vestur, har formaðurin, Jón Nordendal, segaði at ein umboðsmaður hevði sett seg í samband við felagið og at boð vóru eftir Magnusi H. Jacobsen í Póllandi.
- Hann hevði í boðið at fara, um flytingin hendi ímeðan føroyska vindeygað var opið. Har kom tó onki tilboð ella umbøn frá pólska felagnum, so Magnus er 07 Vestur leikari kappingarárið út, segði Jón Nordendal við bolt.fo.
Um 07 Vestur ikki hevur leysgivið Magnus H. Jacobsen, so kann hann ikki gera sáttmála við eitt annað felag, uttan at hann verður keyptur.
##med2##