Leygardagin 1. november 2003 hevur Magnus Kjelnæs í Klaksvík arbeitt 50 ár hjá Føroya Bjór. Magnus hevði ikki fylt 14 ár, tá hann byrjaði at arbeiða á bryggjarínum. Hann hevur verið við til allar broytingarnar upp gjøgnum árini, frá tí at alt arbeiði varð gjørt við hond til tær nýggjastu og mest framkomnu maskinurnar.
Í 1966 varð hann sendur til Danmarkar at seta seg inn í at arbeiða við teimum mest nútímans maskinunum, sum vóru tá.
Hann spældi eisini við í tiltikna 66-fótbóltsliðnum hjá KÍ. Hesa tíðina arbeiddu ikki minni enn fimm fyrstudeildarspælarar hjá KÍ á Føroya Bjór.
Magnus er ein álitismaður hjá Føroya Bjór, hann var arbeiðsformaður í nógv ár og hevur passað tappimaskinurnar í yvir 30 ár.
Eftir egnum ynski varð dagurin hátíðarhildin saman við starvsfólkinum fríggjadagin.










