Tey hava kappast í tveir dagar, og Magnus hevur svomið seg til DM gull í 50 metra rygg við føroyskum meti við tíðini 26.34 og silvur í 50 metra firvald, har hann svam somu tíð, sum hansara føroyska met á 24.69.
Afturat hesum setti hann føroyskt met í 100 frí við tíðini 51.91, sum hann svam sum fyrsti svimjari í juniorstaffettini hjá VAT, tá teir vunnu junior gull.
Magnus hevur sostatt higartil í DM vunnið sær eitt gull og eitt silvur sum senior og trý gull fyri juniorar.
Hann svimur aftur í fríggjadagin og leygardagin, og kappast hann tá í 200 blandað, 200 rygg.
Magnus tekur somuleidis lut í liðsvimjingum fríggjakvøldið og sunnukvøldið.
Samlað seinastu átta dagarnar hevur Magnus sett níggju føroysk met og juniormet.









