– Eg havi ikki tikið avgerðina enn, um eg stilli uppaftur ella ikki.
Tað sigur Magnus Midjord í Fuglafirði, sum á seinasta býráðsvali varð valdur í býráðið sum ein av fimm á lista D. Tað er sami listi, sum Sonni á Horni, borgarstjóri, varð valdur á. Tá samgongan varð skipað í Fuglafirði beint eftir seinasta býráðsval, gjørdist Magnus Midjord 1. varaborgarstjóri og formaður í havnarnevndini.
Magnus Midjord fór kortini burtur úr samstarvinum í býráðnum og úr lista D. Hann sigur, at hann í øllum førum ikki fer at stilla upp á lista D, um hann skuldi stilla uppaftur.
– Men tað er ikki rætt, at tað var eg sum gjørdi, at meirlutin kom í minniluta, sum in.fo skriva mánadagin, sigur Magnus Midjord.
Hann vísir á, at samgonga varð skipað eftir býráðsvalið seinast millum lista D og lista A, sum tilsamans høvdu 7 av 9 bygdarráðslimum. Tað vóru bara umboðini fyri lista B, Sigurð Simonsen og Eyðun á Lakjuni, sum ikki vóru í samgonguni.
– Tá eg boðaði frá, at eg fór úr samgonguni, vóru Dánjal Vang og Birgir Petersen ikki farnir úr samgonguni. Tað gjørdu teir nakað seinni, og tað var tá, at samgongan kom í minniluta, sigur Magnus Midjord.
Hann sigur víðari, at hann var ikki á øðrum uppstillingarfundi hjá samanlagda lista A og B mánakvøldið, tí tað lá ikki fyri. Enn er hann ikki á listanum. Men verður tað aktuelt hjá honum at stilla upp, so verður tað fyri lista B, sigur hann.
Atkvøðubýtið millum listarnar á seinasta býráðsvali í Fuglafirði var hetta:
LISTI | ATKVØÐUR | % | VALD |
LISTI A | 245 | 25,65% | 2 |
LISTI B | 259 | 27,12% | 2 |
LISTI D | 451 | 47,23% | 5 |
Hesi vórðu vald í býráðið á seinasta býráðsvali í Fuglafirði:
NÝVALT BYGDARRÁÐ |
| |
LISTI | NAVN | ATKVØÐUR |
LISTI A | DÁNJAL VANG | 121 |
LISTI D | SONNI Á HORNI | 102 |
LISTI B | SIGURÐ S. SIMONSEN | 86 |
LISTI B | EYÐUN Á LAKJUNI | 76 |
LISTI D | MAGNUS SUNI MIDJORD | 52 |
LISTI D | PETUR ABRAHAMSEN | 49 |
LISTI D | SIGGA ÓLADÓTTIR JOENSEN | 44 |
LISTI D | ÁRANT G. BERJASTEIN | 40 |
LISTI A | BIRGIR PETERSEN | 37 |
Tað verða eftir øllum at døma minst tríggir listar uppstillaðir til býráðsvalið í Fuglafirði hesaferð. Samanlagdi listin hjá A og B , sum fer at eita listi B, listi D og ein nýggjur listi við fólkum, sum ikki hava stillað upp til kommunuval áður.