Magnus Rasmussen heldur fram sum borgarstjóri í Runavík.
Tað er greitt, eftir at nývalda býráðið í Runavík hevur skipað seg í kvøld.
Varaborgarstjóri verður Tórbjørn Jacobsen.
Í Runavík hava tey ikki samgongu og andstøðu, men tey eru øll samd um at skipa býráðið soleiðis og av tí sama verða nevndarsessir eisini býttir so kristiliga ímillum býráðslimirnar sum tilber.
Magnus Rasmuseen sigur, at nøkur virkisætlan er ikki skrivað, men at størstu avbjóðingarnar hesi næstu árini verður at gera fimleikarhøllina lidna og at byggja vatnveitingina út. Í hesum sambandi er ætlanin at taka vatn av vestaraarmi á Skálafirði og leggja tað í leidning til bygdirnar á vestaraarminum og at føra vatn ígjøgnum leiðing eftir botni til plássini á Eystaraarmi.
Annars ætlar býráðið eisini at fyrireika Runavík til oljuhavn, útvega grundstykki og at arbeiða við alskyns øðrum málum, sum hoyra kommununi til