B36 hevur í dag boðað frá, at felagið hevur longt sáttmálan við Magnus Egilsson. Hann hevur spælt í B36 í eitt ár, eftir at hava roynt eydnuna í Íslandi. Talan er um ein tvey ára sáttmála.
- Magnus hevur alt árið verið fastur fúsur á vinstra bakki, og við einum hat-trick móti Borac Banja Luka slerdi hann navn sítt fast við sjey-tumma seymi, tá málini hjá honum vóru við til at venda 2-0 tapi til samlaðan sigur móti sterku bosnisku mótstøðuni. Magnus hevur trivist væl hjá okkum, og tá okkum eisini hevur dámt Magnus væl, var lag á manni at leingja sáttmálan, skirvar B36.fo.
B36 hevur longt sáttmálan við Bjarka Nielsen, og fyrr í ár bleiv leigusáttmálan við Hannes Agnarsson eisini til ein sáttmála. B36 hevur so gott sum tryggjað sær pláss í Evropa til komandi kappingarár.