Magnus Holm Jacobsen og B36 hava í dag skrivað undir nýggjan sáttmála. Tað hevur annars ljóðað, at hann ikki ætlaði at halda fram i árstalsfelagnum, men tað eru góð tíðindi fyri B36, at miðvallarin hevur gjørt nýggjan sáttmála, sum er galdandi fyri tvey ár.
- Tað er eingin ivi um, at Magnus seinnu árini hevur ment seg til ein týðandi brikk av liðnum hjá okkum, og vit kunnu í dag fegnast um, at stríðsmaðurin hevur skrivað undir nýggjan sáttmála, sum er galdandi fram til árslok 2023, skrivar B36.
- Magnus hevur annars spælt sær við tankanum um at royna fótbóltseydnuna uttanlands, men hóast onkrar royndarvenjingar hava verið seinastu vikuna, so helt Magnus ikki, at teir møguleikarnir tóktist nóg áhugaverdir. Hinvegin hevur tað ongan tíð verið nakar ivi um, at heima í Føroyum er tað B36, sum er felagið hjá Magnus, og tí var tað skjótt at fáa undirskriftina upp á pláss, nú uttanlandsævintýrið fyribils varð av ongum, skrivar B36.fo.
B36 hevur eisini Eli F. Nielsen tøkan til komandi kappingarár, umframt at Michael D. Przybylski er komin aftur úr HB.