Magnus Heinason gjørt sildakanningar

Nøgdirnar av sild norðanfyri eru nøkunlunda tær somu sum seinastu tvey árini.

Tað er úrslitið av kanningunum, nú Magnus Heinason er júst afturkomin eftir at hava gjørt sildakanningar norðanfyri.

Tað veit heimasíðan hjá Havstovuni at siga.

Hesar kanningar verða gjørdar á hvørjum ári í felag við Ísland, Noreg og ES, sum eisini hava rannsóknarskip við í kanningunum.

Niðurstøðan fyribils er, at nøgdirnar av sild eru á leið tær somu í føroyska kanningarøkinum, sum tvey tey undanfarnu árini.

Miðalstøddin á sildini, sum varð fingin við troli, var stór, og hetta er ein ábending um, at serliga er talan um gamla sild. Hetta er í tráð við aðrar kanningar, sum vísa, at tilgongdin til sildastovnin hevur verið vánalig seinnu árini.

Svartkjaftur varð serliga fingin í kantinum norðan fyri Føroyar, og rættiliga fitt av smáum svartkjafti var uppií.

Makrelur varð fingin í landsynningspartinum av kanningarøkinum, og eisini her var lutfalsliga nógvur smáur makrelur uppií.

Fyrst í juni verður ein felags frágreiðing skrivað saman við hinum londunum, og tá fæst ein fullfíggjað mynd av samlaðu nøgdunum av norðhavssild í eystara parti av Norðuratlantshavi.