Í løtuni er tað heilt nógv, sum bendir á, at norski heimsmeistarin í talvi, Magnus Carlsen, um eina løtu fer at endurvinna HM.
Hann telvar í løtuni avgerandi talvið ímóti Sergej Karjakin í New York. Higartil í kvøld hava teir telvað trý talv, og støðan er 2-1 til Magnus Carlsen. Tvey tey fyrstu talvini endaðu remis. Serliga í øðrum talvi hevði Magnus Carlsen fyrimun, men tað eydnaðist honum ikki at vinna fulla úrtøku.
Í triðja talvinum hevði Magnus Carlsen svart. Tí varð sannlíkið roknað at vera stórt fyri, at tað fór at enda remis, og at norðmaðurin síðani fór at leggja nógv fyri at vinna fjórða talvið. Soleiðis tørnaði tað ikki út. Magnus Carlsen vann triðja talvið, og nú er sera stórur møguleiki fyri, at hann um eina løtu fer at endurvinna heimsmeistaraheitið. Soleiðis verður tað, um hetta talvið endar remis.
Undan dramatiska finaluumfarinum í kvøld var støðan eftir tólv talv 6-6. Í kvøld er Magnus Carlsen á odda fyri fyrstu ferð.
Á NRK1 gera tey nógv burturúr, og tað ber ikki til at siga annað, enn at tað er eydnast teimum at fáa skipa áhugaverda sending og stórt undirhald burtur úr dramanum í New York.










