Magnus H. Jacobsen skiftir til felag í Portugal

Ungi miðvallarin spælir sín seinasta dyst fyri B36 í morgin

18 ára gamli Magnus Holm Jacobsen skiftir - sum skilst - til Pacos de Ferreira í Portugal í næstum. Jákup á Borg, venjari hjá B36, váttar at spælarin er leysgivin úr felagnum, so hann kann skifta nú í summar.

 

- Okkara partur er greiddur. Spurningurin er so, um vit lata Magnus H. Jacobsen spæla ein seinasta dyst, áðrenn hann ferð til Portugal. Hann er sterkur á bóltin og mær dámar væl, at tá liðið kann verja við at hava bóltin. Tað dugur hann væl, sigur Jákup á Borg, sum skal takast við Besiktas í annaðkvøld í Europa League.

 

Pacos de Ferreira spælir í næstbestu deildini í Portugal, eftir at tað í farna kappingarári flutti niður úr bestu deildini. Magnus H. Jacobsen var ein lyklaspælarunum, tá føroyska U17 í farna kappingarári vann seg til EM-endaspælið, sum var í Kroatia í apríl 2017.