Magnus gull – Alvi bronsu

Føroyski svimjararnir halda fram við at fáa góð úrslit í Danish Open. Magnus Jákupsson vann fyri løtu síðani gull í 200 metra ryggsvimjing, meðan Alvi Hjelm úr Ægir vann bronsu í 1500 metra frísvimjing.

 

Magnus Jákupsson vann gull í 200 metra ryggsvimjing, tá ið hann á Danish Open 2013 svam teinin uppá 2:03.98, frammanfyri svenska Axel Pettersson á 2:05.53 og danska Mads Kloblauch á 2:08.23. Tíðin var nýtt persónligt met hjá Magnusi, og hevð tískil eisini verið føroyskt met, um ikki Magnus hevði skift svimjitjóðskap í heyst, skrivar svimjing.com

 

Alvi Hjelm úr Ægir vann bronsu í 1500 metra frísvimjing við tíðini 16:11.88. Bara smá 3 sekund frá føroyska juniormetinum hjá Óla Mortensen frá Reykjavík í januar á 16:09.16. Tað var ein rættiliga harður kampur hjá Alva at røkka heiðursmerki, heilt upp til 1100 metrar lá hann nakrar metrar aftanfyri Laust Moesgaard. Alvi átti tó orkuna til at draga seg framum og frá dananum.

 

Tíðin var eisini greitt undir kravtíðina hjá SSF til EJM í Poznan í summar. Hon er 16:21.80 fyri aldursbólkin hjá honum og 16:12.53 fyri aldursbólkin 1 ár eldri enn Alvi. Besta tíðin hjá Alva á langgeil er annars 16:22.48 frá NMU í fjør summar, veit svimjing.com at siga í dag.

 

Mynd: (svimjing.com)