Magnus fer til Wien

Formaðurin í flogbóltssambandinum, Magnus Tausen, fer í dag til Wien á altjóða flogbóltsfund. Magnus er forseti fyri samtakið, NEVZA, sum er stytting fyri North European Voleyball Associatin. Ein sessur, sum hann varð valdur í fyri tveimum árum síðani. Á fundinum í Wien verður millum annað gjørt av, hvussu spælt verður í Champions League í flogbólti komandi kappingarárið.