Magnus á Dalbø dagsins maður

2. deild

Leirvíkingar vóru í góðum hýri, tá ið teir sunnukvøldið komu norður um Suðuroyarfjørð. At spæla í Sumba kennist torført hjá øllum. Eisini hjá LÍF, sum kortini tey seinastu árini hevur havt gott tak á har suðuri. Í fyrraárið megnaðu teir javnleik, í fjør vunnu teir, og aftur hesa ferð fekk LÍF fult.
Men tað sá einki út fyrstu løtuna. Tá ið tjúgu minuttir vóru farnir, var heimaliðið frammanfyri 2?0. René Thomsen setti hol á eftir hornasparksinnlegg úr høgru frá Robert Cieslewicz, og Karl Lisberg økti til 2?0, eftir at afturlegging til Allan Joensen í LÍF málinum ikki hevði havt nóg nógva ferð.
Bárður Heinason minkaði um munin, eftir at hann í høgru hevði sneitt framvið bakkinum og sent flatt í handara síðunetið.
Dygst undan steðginum hevði LÍF gyltan møguleika at javna. Tomek Resel varð feldur og fekk brotsspark. Hann royndi sjálvur úr ellivu metrum, men málverjin bjargaði til horna, og harvið varð enn eina ferð staðfest, at tað ikki er serliga gott hugskot, at sami maður, sum fær brotsspark, roynir at fáa nyttu burturúr.
Ein lítil løta var farin av seinna umfarinum, tá ið LÍF setti gøtumannin Magnus á Dalbø á vøllin. Tað skuldi vísa seg at vera gott hugskot. Hann hevði bara verið lítla løtu uppií, tá ið hann á tímanum fekk fatur á kiksaðum málsparki og skoraði, og løtu seinni skoraði hann fyri LÍF sera týdningarmikla sigursmálið. Petur Sjúrðarberg spældi hann leysan av miðjuni, Magnus fór sjálvur, og hann var tryggur.
Óvæntaða tapið hevur við sær, at Sumba mest sum hevur mist allar møguleikar at vera við í telvingini um uppflyting. Teir duttu eisini av bronsuplássinum.
Hjá LÍF var talan um sera týdningarmiklan sigur. Ikki minst eftir tepra tapið á heimavølli ímóti B71, sum skoraði sigursmálið í síðstu sekundunum. Leirvíkingarnir stríddust sera væl hesa ferð. Fyrr í summar hava teir ofta havt hug til at kanalisera mótgongdina í innanhýsis illneiting, men hesa ferð var einki av tí slagnum. Teir stríddust ein fyri allar og allir fyri ein. 17 ára gamli Sølvi Vatnhamar var aftasti maður. Vatnhamar er kent fótbóltseftirnavn í Leirvík, og ungi maðurin stóð seg væl í fyrstu royndini á árinum.

Sumba?LÍF 2?3 (2?1)
1?0: René Thomsen
2?0: Karl Lisberg
2?1: Bárður Heinason
2?2: Magnus á Dalbø
2?3: Magnus á Dalbø