Magnus Carlsen vardi HM-heitið

28 ára gamli norðmaðurin vann snartalvuni við 3-0, og verjir harvið heimsmeistaraheitið

Noreg og norðurlond hava framvegis heimsins besta telvara.

 

28 ára gamli, Magnus Carlsen hevur vart HM-heitið hjá sær í drúgva tvídystinum ímóti Fabiano Caruana úr USA. 

 

Tað stóð púra á jøvnum aftaná 12 remis (javnleikir) við vanligum talvum, og so mátti HM-vinnarin finnast við, at Carlsen og Carunana royndu seg í snartalvi. Og her var norðmaðurin munandi stinnari og vann 3-0. Magnus Carlsen er harvið framvegis heimsins besti telvari.

 

Hetta er sætta árið á rað, at bert 28 ára gamli Magnus Carlsen kann nevna seg heimsmeistari í talvi. 

 

Um tey trý snartalvuni sigur Magnus Carlsen, at tað fyrsta var javnt og spennandi, men har eydnaðist tað honum at lumpa Fabiano Caruana í tíðarfelluna. Annað snartalvið var sambært Magnusi Carlsen kompliserað, men har hevði hann eina góða kenslu, at tað kundi koppa hansara veg. Hann viðgongur, at hann var eitt sindur fjálturstungin í tí triðja snartalvinum, men tað eydnaðist at halda høvdið kalt.

 

Magnus Carlsen viðgongur yvirfyri norskum miðlum, at Fabiano Caruana er tann besta telvarin hann hevur møtt, og tí var tað taktikkurin hjá honum at fáa eitt umspæl við snartalvum, so hann kundi koppað tað sín veg. Magnus Carlsen heldur, at vanligi telvingar-formurin hjá honum kundi verið betur, men hann staðfestir, at snarttelvingar-forminum er einki galið við. 

 

Tá Magnus Carlsen gjørdist heimsmeistari fyrstu ferð í 2013 gjørdist hann yngsti heimsmeistarin nakrantíð síðani fyrsta almenna heimsmeistaraskapið, ið var hildið í 1886. Tá var Magnus Carlsen 22 ára gamal.

 

Magnus Carlsen er einasti norðurlendingur í søguni, ið hevur verið heimsmeistari í talvi.