31 ára gamli fimmfaldi norski heimsmeistarin í talvi, Magnus Carlsen fer ikki at telva um at gerast heimsmeistari í 2023.
Magnus Carlsen skuldi annars verja HM-heitið í talvi fyrst í 2023 móti Jan Nepomnjasjtsjij úr Russlandi.
Nú verður dysturin um HM-heitið millum Jan Nepomnjasjtsjij og Ding Liren úr Kina.
Hetta kom fram í videopoddkastsendingini "The Magnus Effect", ið sponsorurin Unibet stendur fyri.
- Eg havi sagt mínum toymið, altjóða talvsamgonguni, FIDE og Jan Nepomnjasjtsjij frá, at eg komi ikki ikki at telva í tí komandi uppgerðini um HM-heitið. Eg eri ikki motiveraður til at telva um HM-heitið enn einaferð, sigur fimmfaldi HM-vinnarin.
Í poddkastssendingini staðfestir Magnus Carlsen, at hann hevði ein fund við FIDE um avgerðina: - Eg hevði eingi krøv, og eg hevði heldur ikki nakað uppskot. Eg var har fyri at fortelja teimum, at eg vildi ikki verja HM-heitið, sigur Magnus Carlsen.
FIDE royndi at koma við nøkrum uppskotum um hvussu dysturin um HM-heitið kundi broytast, fyri at fáa Magnus Carlsen at verja HM-heitið: - Vit høvdu eitt lítið kjak. Tey komu við nøkrum uppskotum. Mær dámdi nøkur av teimum. Onnur dámdi mær ikki, sigur Magnus Carlsen í videopoddkastssendingini.