18 ára gamli norski talvúrmælingurin, Magnus Carlsen er á gáttuni til at gerast heimsmeistari í snartalvi.
Mánadagin fekk Magnus Carlsen 10 stig, og týsdagin fekk hann 11 stig. Hann hevur fullkomuliga tikið talvheimin á bóli, og heima í Noregi er ein heil tjóð vorðin áhugað í talvi.
Við 21 stigum áðrenn seinasta kappingardagin, er Magnus Carlsen eitt stig frammanfyri navnframa indiska telvaran, Viswanathan Anand.
- Hetta er ógvuliga gott. Tað koyrir bara hjá mær, segði 18 ára gamli Carlsen við VG. Carlsen vann 11 av 14 snartalvum týsdagin. Fleiri sigrar vóru ímóti sterkum telvarum, millum teirra Viswanathan Anand, sum er 21 ár eldri enn Magnus Carlsen.
Eg kenni einki trýst á mær, sjálvt um eg eri á odda. Eg eri bara fegin um at vera á odda, sjálvt um munurin er lítil, segði Magnus Carlsen við VG.