Magnus Carlsen endurvann snar-HM

Magnus Carlsen skrivaði søgu á veg til stóra sigurin

Samstundis sum føroyskir telvarar hava kappast um FM-heitið í talvi, hevur tað í døgunum millum jóla og nýggjárs verið telvað um árliga HM-heitið í kviktalvi og snartalvi í Santa Pætursborg í Russlandi. Í dag eydnaðist norska heimsmeistaranum Magnus Carlsen at endurvinna sítt HM-heiti í snartalvi. Magnus vann í stórum stíli, og fór ósigraður gjøgnum tey 21 umførini. Tað er ikki hent fyrr, skrivar Talvsambandið í tíðindaskrivi í dag.

 

Magnus var ikki líka stinnur í kvikkappingini. Har endaði hann nummar fimm. Russiski stórmeistarin Daniil Dubov vann óvæntað. Einir 200 telvarar úr øllum heiminum hava luttikið í HM-kappingunum í kvik- og snartalvi hesar seinastu dagarnar.

 

Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska, sum er nummar 75 í heiminum í kviktalvi, og í nánd av topp 100 í snartalvi, hevur ikki verið við í HM-kappingunum í Santa Pætursborg.