Fótbóltur
Fríggjadagin boðaði FSF frá, at felagsskapurin hevði strammað upp reglurnar um, nær ein spælari verður roknaður sum áhuga- ella sáttmálaspælari.
Fyrst og fremst, so komu reglurnar sum ein avleiðing av málinum um spæliloyvið hjá Magnusi Olsen. Eitt mál, har B71 ákærdi B36 fyri ikki at fylgja spælireglunum fyri at seta seg í samband við sáttmálaspælara. Men samstundis eitt mál, har FSF at enda staðfesti, at spælarin ikki kundi roknast sum sáttmálaspælari, tí talan var um ein sáttmála, sum ikki innihelt nakra krónuupphædd.
Millum broytingarnar, sum nú eru gjørdar, er ein nærri definering av, nær spælari verður roknaður sum sáttmálaspælari, og eru orðingarnar í tíðindaskrivinum hesar:
»Í útgangspunkti verður sagt, at áhugaleikari er leikari, sum onga peningaliga samsýning fær fyri at leika fótbólt, og at ítróttarútgerð og trygging ikki verður mett sum samsýning. Tað vil siga, at so skjótt sum ein leikari fær eina størri upphædd í samsýning enn hann sjálvur hevur av útreiðslun av at spæla fótbólt, verður hann ikki longur mettur at vera áhugaleikari.
Eisini verður nú staðfest, at feløg ikki hava loyvi til at royna at fáa í lag avtalu við leikara, ið hevur sáttmála við annað felag, áðrenn seks mánaðir eru eftir av sáttmálaskeiðinum.
Loksins stendur í nýggju reglugerðunum, at í inniverandi kappingarári er ikki møguleiki hjá leikara at skifta felag uttan við góðkenning frá tí felag, sum leikarin hevur sáttmála við.«
Gevur B71 rætt
Stóri trupulleikin hjá FSF í hesum er tó, at allar hesar orðingar geva B71 so púrasta rætt í teirra páhaldi. Undan hesum var nevnliga eingin definitión, sum staðfesti, at fyri at spælari skal roknast sum sáttmálaspælari, skal hesin fáa nakra ávísa upphædd í samsýning.
Veruleikin var, at B71 hevði FSF-góðkendan sáttmála við spælaran. Og reglurgerðirnar tosaðu fram til fríggjadagin bert um spælarar, sum høvdu sáttmála ella ikki.
Staðfestingina um, at tað ikki er loyvt felag at seta seg í samband við sáttmálabundnan spælara fyrr, enn í mesta lagi seks mánaðir eru eftir av sáttmálaskeiðnum, fáa hvørki FSF ella B71 brúkt til nakað. Talan er her um reglu, sum hevur verið galdandi, síðani reglugerðin um sáttmálaspælarar varð samtykt. Og tað var fyrst og fremst hetta brotið, sum B71 kærdi um.
Og um nakað, so man seinasta staðfestingin kennast heilt absurd hjá B71. Har verður sagt, at fyri verandi kappingarár er galdandi, at spælari, sum hevur sáttmála – har stendur einki um, hvat slag av sáttmála – ikki hevur loyvi at skifta felag, uttan at hetta hendir við góðkenning frá verandi felag hansara. Við øðrum orðum ,so er staðfestingin her, at nýggju reglurnar ikki koma í gildi fyrr enn eftir hetta kappingarárið. Og skuldi ein líknandi støða komið fyri aftur í ár, vildi avgevandi felagið – í hesum føri B71 – havt rættin á sínari síðu.