Magnus Jákupsson megnaði fyri løtu síðani at vinna bronsu á British Gas International Meet í Manchester, tá ið hann í 50 metra frísvimjing finaluni svam teinin uppá 23.28 sekund.
Hetta var stór betring av hansara persónliga meti á 23.48 sekund, frá donsku meistarastevnuni á langgeil í 2012, sum enn stendur sum føroyskt met.
Og tað er enntá ikki so langt frá føroyska metinum á stuttgeil, sum er 23.19 sekund frá tá ið Pál Joensen vann gull á Oyggjaleikum á Álandi í 2009.
Bretski Benjamin Proud vann gull við tíðini 22.14 sekund, og eisini bretski Andrew Weatheritt silvur við tíðini 22.74 sekund.