Magnus Brahé Jørgensen farin frá

Biskupur og Magnus Brahé Jørgensen, prestur í Klaksvík, eru vorðnir samdir um eina fráfaringaravtalu.

Í juni mánaði í ár, varð táverandi prestur í Klaksvík, Magnus Brahé Jørgensen, innkallaður til fund við biskup, viðvíkjandi tignini í prestastarvinum. Tríggir trupulleikar vóru nevndir, bústaðarviðurskiftini, tænastubýtið millum prestarnar, og drykkjuskapur.

 

Les eisini Rok um prest í Klaksvík 

 

Les eisini Eg veit ikki hvat alt rokið snýr seg um

Málið hevur tikið drúgva tíð at avgreiða. Magnus Brahé Jørgensen hevur verið á fleiri fundum við biskupin, og í septembur segði Jógvan Fríðriksson, biskupur, at teir royndi at finna eina góða loysn í málinum.

 

Les eisini Royna at finna eina góða loysn 

 

Les eisini Biskupur: Eg haldi meg til reglarnar

 

Hendan loysnin tykist nú verða funnin. Magnus Brahé Jørgensen hevur fingið eina fráfaringaravtalu frá Føroya Stiftsstjórn, sum hann hevur góðtikið. Sambært Kringvarpi Føroya ber avtalan í sær, at Magnus Brahé Jørgensen fær løn í eitt ár og tíggju mánaðir, umframt at honum stendur í boði, at fáa ymisk skeið í 2015.

 

Við Kringvarp Føroya sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur, at starvið sum prestur í Klaksvík væntandi verður lýst leystí næstum. Endalig avgerð um hetta verður tikin um jólini.