Magnus er havnarmaður, sonur Annu Skæling og Folmer Jørgensen.
Umframt at hann hevur starvast á Postverkinum í meira enn 20 ár, hevur hann lisið sjálvlestur á Teologiska Fakultetinum í Keypmannahavn. Hann hevur fingið BA-stig í guðfrøði frá 2001.
Magnus er kirkjutænari í Havnar kirkju og limur í kirkjuráðnum fyri Tórshavnar eystaru kirkjusókn.
Hann er giftur við Sólfríð Hansen úr Klaksvík. Foreldrini hjá Sólfríð vóru, Anna Elisabeth (Betta) og Elias Hansen, sum bæði komu úr Hattarvík. Sólfríð og Magnus búgva í Hoyvík og eiga sonin Una.