Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli fer í vetur í holt við nýtt tiltak fyri tónleikarar ? kallað improvisatión ? sum føroyski keyboardspælarin Magnus Johannessen stendur fyri.
? Nýggja tiltakið er ætlað øllum tónleikarum og ikki bert keyboardspælarum, sigur Magnus Johannesen, sum í vár flutti heim aftur til Føroya, aftan á at hava arbeitt trý ár sum yrkistónleikari í Danmark.
Improvisatión er serligt fyri tann sokallaða rytmiska tónleikin. Hetta merkir, at tú »komponerar« tíni heilt egnu stykki yvir tónleikagongdir. Høvuðsamboðið til improvisatión eru skalair og høvuðsendamálið við undirvísiningini er at arbeiða við, hvussu tú brúkar skalair á ein tónlistarligan hátt.
Magnus Johannesen sigur, at hann ætlar at undirvísa næmingarnar hvør sær.
? Tí tað er so ymiskt. hvønn tørv einstaku tónleikararnir hava.
Magnus Johannessen legg-ur aftrat, at improvisatións-undirvísingin kann fevna um alt ? frá rocki til jazz. Prinsippini ? ella teoriin ? eru tey somu.
? Og so vóni eg eisini at síggja aðrar tónleikarar enn keyboardspælarar. Teir eru sjálvsagt eisini vælkomnir, men tað hevði eisini verið deiligt at sæð guitarleikarar, bassleikarar, saxofonistar ? ja, øll sum spæla eitt ljóðføri og hava hug at arbeiða við improvisatión, sigur Magnus Johannessen.