Magnus: Besti steypafinaludagurin nakrantíð

(Rás2) Hoyr formannin í flogbóltssambandinum taka samanum steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum

Ein sera fegin maður í dag er formaðurin í flogbóltssambandinum, Magnus Tausen.

 

Grundhugsjónin hjá Magnusi Tausen er, at fimmsettarar í flogbólti er tann besta eksponeringin av flogbólti sum einari spennandi ítróttargrein, og tann parturin eydnaðist til fulnar í dag, tá SÍb vann 3-2 á ÍF í mansfinaluni, og Fleyr vann 3-2 á Drátti í kvinnufinaluni.

 

Magnus Tausen er eisini framúr glaður og nøgdur við umstøðurnar í stórhøllini á Hálsi, og hann heldur fyri, at tann stemningurin sum fólk hava upplivað í dag hevur ikki kent sín líka.

 

- Hetta er besti steypafinaludagurin nakrantíð, heldur Magnus Tausen fyri.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna frásøgumaðurin hjá Rás2, Hilmar Jan Hansen gjørdi við Magnus Tausen tá steypafinalan hjá kvinnunum var liðug.