Magnus basti VÍF

Fyrstu longu løtuna var annars ikki so nógv, sum bendi á, at talan skuldi gerast um nakran tryggan sigur.

Bæði liðini stríddust, og tó at spælið sjáldan var av tí vakrasta, so var intensiteturin í hæddini.

Seinna partin av fyrra hálvleiki var tað Magnus Matras, sum vardi málið hjá Kyndli, og tá hann fyrst hevði hitað seg upp, steðgaði hann mest sum fullkomuliga vestmenningunum.

Fyrstu 23 minuttirnar av seinna hálvleiki skeyt VÍF bara seks mál, og so var alt leyst og liðugt hjá Kyndli, sum við sigrinum hevur lagt seg beint undir oddaliðunum. VÍF er hinvegin ájavnt KÍF í botninum av stigatalvuni.

 

Kyndil-VÍF 30-23 (14-14)