Magnus basti heims­meistara

Bogaskjóting - Tvær kappingar í bogaskjóting vóru um viku­skiftið, og í seinnu kappingini eydnaðist Magnusi Andreasen at vinna á norðmanninum, Magnus Bøe, ið hevur verið heimsmeistari

Serligur áhugi var kanska fyri teimum báðum kappingunum í boga­skjóting um vikuskiftið, tí gestir vóru úr bæði Norra og Ís­landi. Og serliga áhugavert mundi tað vera, at ein av gestunum var norski altjóða compound-skjúttin, Morten Bøe, sum áður hevur verið heims­meistari við norska lands­liðnum.
At dugur er í honum, vísti hann í innleiðandi skjótingini í kappingini Tambar Open leygardagin í Havn, tá hann fekk 595 stig av 600 møgu­ligum. Hetta var samstundis hans­ara besta úrslit í innandura skjóting hetta árið.
Longu fríggjadagin vandi Morten Bøe við føroysku skjúttunum, um­framt at hann hevði ein fyri­lest­ur um mentala venjing, har hann eitt nú greitti frá sínum egnu royndum í altjóða skjóting.
Tambar Open-kappingin var skipað í bólkarnar compound og recurve, har menn og kvinnur skutu í hvør sínum bólki. Átta menn og tríggjar kvinnur vóru við í recurve, og átta menn og tvær kvinnur í compound.
Í recurve hjá kvinnum vann Annika Vang á Jastrid M. Jensen og hjá monnunum vann Absalon Hansen á Eggaba Andreasen. Í com­pound hjá kvinnum vann Rakul Dam, og hjá monnum stóð finalan millum Morten Bøe og ein av ís­lendsku skjúttunum, Kristmann Einarsson. Her vann Bøe 120-117 – 120 stig er tað mesta, ið kann fáast í ein­um finaludysti!

Magnus tók Bøe
Sunnudagin skipaði VágaSkot fyri kappingin í høllini á Giljanesi, har skotið varð F2F, ið er »face to face«, har skjúttarnir í tveimum bólkum skutu 12 pílar ímóti hvørjum øðr­um. Nummar eitt og tvey í hvørj­um bólki fóru so til gull- og bronsu­finalurnar, og teir næstu skjúttarnir skutu B-finalu.
Hjá teimum vaksnu, sum skutu á 18 metrum, vann Eggaba Andreasen finaluna í Recurve ímóti Oddmar Nielsen.
Í compound eydnaðist Magnusi Andreassen úr Ørvi at fara allan vegin og vinna. Tað, sum gjørdi tað ikki minni stuttligt hjá honum, var at hann í hálvfinaluni basti norð­manninum, Morten Bøe, fyri síðani at taka íslendingin, Kristmann Einarsson, í sjálvari finaluni. Eitt megn­ar úrslit!
Í hesi kappingini vóru børn eis­ini við, og tey skutu á 15 metrum, tó ikki sum F2F, men sum vanlig kapp­ing við 60 pílum innleiðandi og síðani finalum. Í compund vann Sascha Due Niclasen úr VágaSkoti, og í recurve var Hans Johannessen úr Ørvi bestur við 529 stigum. Her kann leggjast aftrat, at í recurve vóru níggju skjúttar og sjey per­sónlig met!