Tá air-bussurin hjá Atlantic Airways var farin úr Vágum leygarmorgunin við kós móti Milano og hevði verið á flogi eina løtu, segði stjórin flogfelagnum, Magni Arge, nøkur orð.
Hann vísti á, at hetta er fyrstu ferð í søguni hjá føroyska flogfelagnum, at beinleiðis rutusamband er millum Vágar og Milano í Norðuritalia.
Hann helt, at Italia er eitt spennandi land, og úr Milano eru møguleikar at røkka nógvum ymiskum ferðamálum í Italia.
- Orsøkin til, at vit hava valt Italia sum ferðamál, er, at tað eisini er umráðandi hjá felagnum at fáa onnur enn føroyingar at brúka hesa rutu.
Hann segði, at Milano liggur í ríkasta partinum av Italia - ja, kanska ríkasta parti av Evropa, og tí hevur hann eisini góðar vónir um, at ferðafólk úr Italia fara at brúka hesa nýggju rutu.
Lagið var gott á ferðini niður til Milano, og eitt nú spældi Magni Dalsgaard, sum er royndur í leikum á mandulin, lagið O Sole Mio, meðan ferðafólk hugtikin lýddu á.
Í lufthavnini Malpensa, sum er størsti flogvøllur í Milano-økinum, var skipað fyri móttøku, og her fekk Magni Arge heiðurin at klippa snórin úr italsku flagglitunum, soleiðis at flogsambandið nú formelt er latið upp millum Føroyar og Italia.
Á heimferðini fingu ferðafólk góðan føroyskan laks, sum Hiddenfjord hevur framleitt, og hesin gagnaðist ferðafólkunum óføra væl.
Umleið helmingurin av teimum 70 ferðafólkunum, sum vóru við flogfarinum heimaftur úr Milano, vóru italiubúgvar, og tey sýndu Magna Arge og Føroyum stóran áhuga og høvdu nógv at spyrja um.









