Magni syngur jólasangir í Skopun

- Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey í Skopun.

 

 

Í dag - sunnudagin 22. desember klokkan 17.30 - fer Magni Christiansen at syngja jólasangir í Selatraðneystinum í Skopun.

Hetta er neystið niðri við havnalagið í Skopun, sum er sett í snotuligan stand beint oman fyri standmyndina av Peter Mohr Dam.

Við høvið fer Skopunar kommuna at bjóða kaffi og okkurt afturvið. Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey í Skopun.