Magni spyr um krin­g­varp­ið

Magni Laksá­foss hev­­ur sett He­l­enu Dam á Neyst­a­bø fýra spurn­in­gar um Kringvarpið:

1. Hvussu hevur gongd­­in ver­ið sein­astu 5 árini inn­an lýs­ing­ar­inn­tøk­ur í út­varp­i­num?
2. Hvussu hevur gongd­­in ver­ið seinastu 5 árini innan aðrar fíggj­ar­ligar inntøkur hjá Kring­varp­i­num?
3. Hvørj­ar eru vánir­nar fyri árið 2011 innan lýs­ing­ar­inn­tøkur og aðr­ar fíggjarligar inn­tøkur?
4. Hvørjar ætl­­n­ir hev­ur landsstýrismaðurin at fylgja sam­tyktini í ment­an­ar­nevndini um at lýs­ing­ar­inn­tøk­ur­nar hjá Kring­varp­i­num skulu nið­ur­lag­ast, sam­stund­is sum »fíggj­ar­ligi parturin eig­ur at uppvigast«?
Magni Laksafoss vís­ir í vi­ð­merkingum á tað, sum Mentanarnevnd løg­tings­ins hevur í við­merk­in­g­um til lóg­tings­lóg sagt: »Nevndin er av teirri á­skoðan, at fyri at kring­varpið kann varð­veita tað óheftni, sum ein pub­lic­serv­ice stovn­ur eig­ur at hava, eig­ur at verða miðað ímóti, at tann bind­ing­in, sum liggur í lýs­ing­ar­inntøkum frá handilslýsingum í kring­varp­i­num verð­ur nið­ur­lag­að í eitt 5 ára tíð­ar­skeið. Sam­stund­is á­sann­ar nevnd­in, at tann figgj­ar­ligi part­ur­in eigur at uppvigast.«
– Nú fimm ár eru lið­in síð­an oman­fyr­i­nevnda varð samtykt, tyk­ist rætt at eftirmeta gongdina. Løgtingið hevur í seinastuni sam­tykt broyt­ingar í kring­varps­gjald­inum fyri at upp­viga fíggj­ar­liga part­in. Á­hug­a­vert kundi verið at frætt, um lýs­ing­ar­inn­tøk­ur­nar frá hand­ils­lýs­ing­u­num sam­stund­is eru nið­ur­lag­að­ar, sig­ur Magni Laksá­foss.