Magni spælir neyvan aftur

Ein av grundstuðlunum undir góðu gongdini hjá GÍ ár hevur verið Magni Jarnskor. Fyrrverandi miðvallarmotorurin hevur í ár røkt vinstra bakkpláss, og fyri tað mesta hevur hetta verið loyst til UG. Tí var tað dyggur smeitur, tá Magni leygardagin noyddist av vølli við skaða. Sami skaði helt honum uttan fyri móti B36 seinast, men hesa ferð gjørdi hann royndina.
Sum skilst, so er talan um skaða í hælsinuni, og í Gøtu siga tey seg ivast í, hvørt veteranurin yvir høvur verður førur fyri at spæla aftur í ár.