Magni í Smiðjuni í Lítluvík

Frá hósdegnum 7. februar til mikudagin 13. februar hevur Verkhúsið Stíggjur í Saltangará málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

Málningarnir, ið verða vístir fram, eru myndir, sum listamaðurin Magni Mikkelsen av Toftum hevur teknað. Magni, ið er 40 ár, hevur Down Syndrom, hann er ein av teimum 22, sum hava sína dagligu gongd á Verkhúsinum Stíggi. Magni hevur altíð teknað. Hann teknar tað hann leggur merki til, tað sum er inni í rúminum, gjarna í trívídd. Alt hetta setir hann hegnisliga saman. Myndirnar eru allar teknaðar við penni og litaðar við vatnlitum. Framsýningin letur upp við fernisering hósdagin 7. februar kl. 17.00.


Framsýningin er opin hesar tíðir: Hósdagin 7. februar verður fernisering kl. 17 og opið er til kl. 20. fríggjadagin 8. februar er opið frá kl. 11-17, leygardagin 9. februar er opið frá kl. 10-14, sunnudagin 10. februar er opið frá kl. 15-18, og frá mánadegnum 11. februar til mikudagin 13. februar er opið frá kl. 11-17.