Magni og Sjúrður aftur til arbeiðis í dag

Fólkatingið bleiv sett í morgun

Sjúrður Skaale og Magni Arge, teir báðir føroysku fólkatingslimirnir, eru farnir aftur til arbeiðis í danska Fólkatinginum í dag.

 

Grundlógin sigur, at Fólkatingið skal setast fyrsta týsdag í oktobur, og tað er í dag.

 

Eins og tá Løgtingið verður sett, byrjar dagurin við gudstænastu. Donsku fólkatingslimirnir eru í gudstænastu í Christiansborg Slotskirke. Síðani verður farið inn í fólkatingssalin, sum júst er nýumvældur. Kongafamiljan er eisini til staðar, nú Fólkatingið verður sett.

 

Bertel Haarder, sum er aldursforseti í Fólkatinginum, setti tingið klokkan 11 í morgun og síðani helt Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, røðu. 

 

Eitt sindur av drama var tó í dag. Eini 10 minuttir eftir, at Lars Løkke Rasmussen var byrjaður at røða, tveitti ein ung kvinna nakrar traktatir av áhoyraraplássunum og oman yvir fólkatingslimirnar. Kvinnan varð førd burtur av løgregluni. Á pappírinum, sum hon tveitti stóð "179 radikaliseraðir limir í Fólkatinginum."

 

Føroysku fólkatingsumboðini vóru báðir til staðar, tá Fólkatingið bleiv sett. Myndina hevur Sjúrður Skaale tikið av grønlendsku fólkatingsumboðunum og Magna Arge.