Magni og Siggi halda fram í B36

Ikki óvæntað hevur B36 valt at halda fram við venjaraparinum, sum í fjør førdu liðið til gull í FM-kappingini.
Sigfríður Clementsen og Magni Mohr hava báðir gjørt at taka av tilboðnum um framhald í felagnum. Í løtuni er Sigfríður sjálvur staddur uttanlands, men kropsligu venjingarnar eru longu byrjaðar, og teimum tekur Magni sær av.