Tað heldur Eilif Samuelsen, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður Sambandsfloksins. Í einum lesarabrævi í Sosialinum í morgin viðger Eilif Samuelsen floksdisiplinina, sum hann ikki heldur vera tað sama nú, sum fyrr.
- Í dagsins politikki hava vit, sum standa uttanfyri, varhugan av, at teir tríggir leiðararnir fyri samgonguflokkarnar hava staðið yvir fyri einum sera ósamanhangandi hópi av samgongutingfólkum, harav nógv, sum eina meira og minni dulda dagsskrá, hava havt ynski um at røkja og verja ymisk seráhugamál. Hetta hevur óivað verið ein orsøkin til, at so lítið av yvirskipaðum tiltøkum eru komin ígjøgnum, heldur Eilif Samuelsen.
Hann vísir á, at samgongan jú hevur ein rúman meiriluta aftan fyri seg.
- Hví duga teir tríggir samgonguleiðararnir ikki at fáa tropparnar at ganga í takt? Teir hava jú buktina og báðar endarnar í tinginum. Kunsturin er jú til eina og hvørja tíð, at hvør flokkur sær, við góðum ella við illum, fær sínar limir at taka undir við tí málinum, sum floksleiðararnir eru samdir um at fremja, sigur Eilif Samuelsen.
Fyrrverandi sambandspolitikarin sigur, at hann ikki á nakran hátt vil bera í bøtuflaka fyri umstrídda atburðin hjá hvørki Magna Laksafoss ella Edmundi Joensen, men hann sigur seg væl skilja teirra frustratiónir av, at so ørsýna lítið av framfýsnum úrslitum kemur á skaftið hjá hesi samgonguni.
- Men eg hevði ynskt, at teir báðir við sínum eyðsýndu dygdum vóru inni á stríðsvøllinum og kempaðu fyri at røkka úrslitum. At standa uttan fyri politiska vígvøllin er tað reina teatur, heldur Eilif Samuelsen.
Fyrrverandi politikarin heldur eisini, at tað bæði er syndarligt og mannminkandi fyri landsstýrið, at Rósa Samuelsen skal verða sett fram á uriaspostin at prógva, at samgongan meinar nakað við sínum sparipolitikki.
- Alt, sum hevur við almannamál at gera, er jú so sera kenslusamt, harfyri skal tað økið ikki vera friðað; men fyri at hava javnvág í, so bíða vit eftir einum inntrivi, sum eisini knokkroytir tey úti í øllum samfelagnum, sum liva í yvirflóð. Verður tað gjørt í sama lutfalli, so verða spardar meira enn tær fýra milliónirnar, sum pensiónistarnir verða noyddir at rinda aftrat, sigur Eilif Samuelsen millum annað í greinini.