Magni Mohr hevur vart Ph.D-ritgerð í Humanari Fysiologi og gevur út bók um sama evnið Magni Mohr hevur vart Ph.D-ritgerð í Humanari Fysiologi við heitinum ?Fatigue development in soccer with special reference to intense intermittent exercise?. Í samband við Ph.D.-ritgerðina gevur Magni Mohr eisini út bókina við sama navni.
Ritgerðin byggir á 13 vísindaligar greinar, ið eru prentaðar í altjóða vísindaligum tíðarritum.
Ritgerðin var gjørd á ?Department of Exercise and Sport Sciences? við lærda háskúlan í Keypmannahavn. Vegleiðari var Professor Jens Bangsbo.
Tríggir dómarar vóru til verjuna:
Professor Carlo Castagna, School of Sport and Exercise Sciences, Faculty of Medicine and Surgery, University of Vergate, Rom, Italia, Associate professor Jørgen Wojtaszewski, Department of Human Physiology, University of Copenhagen, Danmark og Associate professor Kristian Overgaard, Department of Physiology and Sport Sciences, Aarhus University, Danmark.