Magni Mohr gevst í HB

Magni Mohr flytir til Onglands í summar, og hann heldur sostatt ikki fram sum hjálparvenjari hjá HB eftir summarfrítíðina.

 

Magni Mohr hevur fingið starv sum lærari á universiteti í suður-Onglandi, og hann flytir við familju í summar.

 

Tað eru Julian Hansen og Magni Mohr, sum hava havt evstu ábyrgdina av besta mansliðnum hjá HB í hesum kappingarárinum.