Fróðskaparsetrið hevur sett Magna Mohr í starv sum lektari í heilsuvísindum. Starvið er liður í at menna av heilsuvísindaliga fakøkið á Setrinum Magni Mohr hevur master- og ph.d.-útbúgving í ítróttarfysiologi frá Keypmannahavnar Universiteti í ávikavist 2001 og 2008.
Hann hevur granskað á University of Exeter, Gøteborg Universiteti og Keypmannahavnar Universiteti.
Ein alment væl kend verkætlan hjá honum í Føroyum er verkætlanin “Svim og spæl”, sum er ein ítróttargranskingarverkætlan, har kvinnur, sum ikki regluliga íðkaðu nakran ítrótt, vórðu kannaðar.
Umframt hollar royndir við gransking hevur hann eisini hollar royndir við undirvísing á øllum akademiskum stigum.
|