Í dag fer Atlantsflog undir fyrstu summarferðaætlanina við tveimum flogførum, sum felagið eigur einsamalt.
Klokkan hálvgum níggju í gjáramorgunin lendi flogfarið, sum Atlantsflog keypti sær í mars, aftur í Vágum. Fimtan ára gamla BAe-200 flogfarið hevur verið leigað týska flogfelagnum, Lufthansa, og hevur einamest flogið úr Munchen.
Reglusamari flúgving
Summarferðaætlanin er galdandi til 20. august. Komandi tveir mánaðarnar ber sostatt til at sleppa millum Keypmannahavn og Vágar tvær reisur um dagin, og í samstarvi við Air Iceland verður flogið fimm ferðir um vikuna til og úr Íslandi. Tvær reisur um vikuna heldur Atlantsflogfarið leiðina fram úr Íslandi til Narsarsuaq í Grønlandi.
Eisini sambandið við Skotland er betrað. Atlantsflog flýgur nú tvær ferðir um vikuna til Aberdeen og einaferð til Glasgow. Og royndirnar við flúgving til Noregs hava verið góðar. Stóra undirtøkan á noregsleiðini hevur fingið føroyska flogfelagið at flúgva tvær ferðir um vikuna millum Vágar og Stavanger.
Nógvir føroyingar arbeiða í norsku fiski- og oljuvinnuni og økti samhandilin millum Noreg og Føroyar, serliga í alivinnuni, sæst aftur á bíleggingartølunum hjá Atlantsflogi.
Fráferðirnar um vikuna eftir summarferðaætlanini eru tilsamans 27 í tali.
Fleiri gestir
Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, er bjartskygdur, nú turbulenta tíðin undir »kampagnu-stríðnum« millum Atlantsflog og danska kappingarneytan fyribils er fjarað av. Sambært stjóran er danmarkarleiðin hjá felagnum enn sera álítandi og støðug. Talið á upptiknum sessum liggur um 90 prosent.
Føroyska flogfelagið hevur lagt stóra orku í at marknaðarført Føroyar sum miðdepilin í Norðuratlantshavinum. Faldarar, sum greiða frá um økta flogvirksemið, eru sendir øllum norðurlondum og Týsklandi.
Sum áður staðfestir Magni Arge, at fólkatalið í Føroyum avmarkar virksemið hjá felagnum. Men til ber kortini at taka ferðafólkavinnuna við í metingunum av framtíðini. Í hesum sambandi væntar stjórin sær økt virksemi á íslandsleiðini. Íslendska ferðavinnan er sambært stjóran á leið tíggju ferðir størri enn hin føroyska, og nógvir gestir í Íslandi eru úr Japan og USA. Serliga amerikumonnum dámar at ferðast við fullari ferð.
- Teir vilja helst vitja eini trý lond eftir fýra døgum, og hetta hava vit havt í huga, tá ið vit hava lagt til rættis ferðaætlanina úr Íslandi. Mikudagar ber til at fara sonevndar »daytrips« úr Íslandi til Føroya. Flogfarið fer úr Íslandi klokkan 7.15 og verður aftur klokkan 20.10, sigur Magni Arge.
Nú nýggja føroyska flogfarið av álvara fer at tæna sínum endamáli, økist starvfólkatalið á Atlantsflogi munandi. Millum fimtan og tjúgu fólk eru komin afturat. Um summarið starvast eini 85 fólk hjá flogfelagnum.
Magni Arge skírir nýggju ferðaætlanina »ein offensiv av eini aðrari verð«.
--------------
Lesið Sosialin týsdagin
Mýtan um dýrar føroyska ferðaseðlar
Nógvir føroyingar og ferðafólk, sum koma, ella ætla sær til Føroya, hava javnan á munni, hvussu dýrt tað er at flúgva til Føroya. Men hagtøl vísa, at lítið hald er í hesum uppáhaldum.
Sosialurin týsdagin.;vdu fingið í stuðuli í 11 ár við eini lagaligari rentu ella kanska ongari rentu, um tey fáa fría atgongd til framtíðar føroyskt oljuríkidømi. Hetta er einki annað enn ein hasarderað ella desperat handling frá landsstýrissins síðu, tí man vil hava eitt gjøgnumbrot í tí, sum eitur skiftistíðis. Men sum sagt, tað beit Nyrup ikki á. Og tí má man kunna staðfesta, at skiftistíðin er endaliga avgreidd.
-Støðan í løtuni er tann, sigur Jóannes Eidesgaard víðari, at samráðingarnar eru koyrdar fastar. Danska stjórnin fer ikki longur við skiftistíðini. Nú vil landsstýrið so til at samráðast aftur eftir summarfrítíðina. Men eg eri vísur í, at aftaná 4. og uppaftur fleiri umfør so fær man somu skiftistíð, fýra ár.
Landsstýrið má gera støðuna upp nú. Valskeiðið er farið at halla, og tað er bert eitt ár eftir. Tí má Føroya fólk nú vita, hvat landsstýrið ætlar, eftir at tað hevur koyrt fast í fullveldisætlanini.










