Magni Laksafoss stillar upp til løgtingsvalið.
Suðuroyar Sambandsfelag, ið hevur fund í kvøld, hevur Magna Laksafoss á listanum til løgtingsvalið 1. september.
Hetta váttar Magni Laksafoss.
Fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaðurin ætlar at arbeiða við stóru málunum, og hann metir, at tíðin er búgvin nú at loysa tey.
- Eg havi havt eina keðiliga magakenslu fyri politikki. Kanska orsakað av mínum royndum, sigur Magni Laksafoss.
- Men mangt er broytt og tíðin er búgvin til broytingar nú. Eg hugsi eittnú um fiskivinnureform og innan búskap er tíðin eisini búgvin til broytingar nú, í mun til fyrr, metir Magni Laksafoss.
- Seinnu árini hava verið ein oyðimarkargongd. Ongar avgerðir eru tiknar tey síðstu 8 árini, í øllum førum er onki av týdningi hent. Men eg meti, at nú er tíðin komin. Búningin er komin, og stundin er komin at seta seg við borðð, og gjøgnumføra stóru málini, sigur Magni Laksafoss.
- Komandi 4 árini verður kósin sett fyri, hvussu vit skipa samfelagið í framtíðini, sigur Magni Laksafoss, og nevnir eittnú fiskivinnu og pensjónskipanir.
Fólk halda kanska, at vit hava eitt politiskt vacum, men tað er yvirstaðið. Komandi 4 árini verða spennandi, og nógv fer at henda, sigur Magni Laksafoss.
- Tey stóru málini hava mín áhuga, og eg vil fegin vera við til at seta kósina. Komandi 4 árini gera av, um vit yvirliva sum vælferðarsamfelag, metir Magni Laksafoss.