Magni Laksafoss møtti ringast upp

Nú tingsetan 2015 er av, sæst í hagtølunum, at løgtingsmaðurin og næstformaðurin í Sambandsflokkinum, Magni Laksafoss, fær ivasama heiðurin at vera ta tingfólk, sum hevur møtt ringast upp í løgtinginum.

 

Av teimum 75 fundunum, sum løgtingið hevur havt hesa tingsetuna, hevur Magni Laksafoss kunnað møtt á 70 teirra – tí fimm tingfundir í hesari tingsetuni vórðu fyri løgtingsvalið 1. september í fjør.

 

Av hesum 70 fundum hevur Magni Laksafoss verið burturstaddur 12 ferðir. Tað svarar til eitt fráveruprosent upp a 12.

 

Næstur Magna Laksafoss á listanum eru Annika Olsen við 11 tingfundum og Jákup Mikkelsen við 10.

 

Tingsetan 2015

burtur

fundir

%

Magni Laksáfoss

12

70

17,14

Annika Olsen

11

70

15,71

Jákup Mikkelsen

10

75

13,33

Jenis av Rana

9

75

12,00

Kristin Michelsen

6

75

8,00

Jacob Vestergaard

5

70

7,14

Bárður á Steig Nielsen

4

75

5,33

Helena Dam á Neystabø

4

70

5,71

Kaj Leo Holm Johannesen

4

70

5,71

Heðin Mortensen

3

70

4,29

Bill Justinussen

3

75

4,00

Magnus Rasmussen

2

70

2,86

Jørgen Niclasen

2

70

2,86

Jónleif Johannesen

2

70

2,86

Sonja Jógvansdóttir

2

70

2,86

Bjørt Samuelsen

1

75

1,33

Bjarni Hammer

2

70

2,86

Bárður Kass Nielsen

1

70

1,43

Pauli T. Petersen

1

70

1,43

Djóni Nolsøe Joensen

1

70

1,43

Bjarni Hammer

1

70

1,43

Kristianna Winther Poulsen

1

70

1,43

 

Fleiri tingfólk vóru ikki tingfólk fyri valið 1. september í fjør. Tað eru tey nývaldu umframt tey, sum sótu í landsstýrinum fyri valið.