» – Vanliga verður sagt, at um tú ert fólkavaldur, so eigur tú at vísa tínum veljarum virðing við at røkja títt fólkavalda starv so væl, sum tað yvirhøvur ber til. Hesa virðing fingu veljarar hjá fólkatingsumboðum Føroya tíverri ikki á einum hoyringsfundi 17. november 2016, tí umboðini hirdu ikki at møta á fundinum.«
Soleiðis skriva Magni Laksafoss og Kaj Leo Holm Johannesen í óvanliga hvassorðaðum skrivi í morgun, har teir harðliga finnast at fólktingsmonnunum, Tórbjørni Jacobsen og Sjúrði Skaale fyri ikki at hava verið á einum fundi á Christiansborg um Arktis – ein fundur, har uttanlandsnevndin hjá Løgtinginum varð boðin við.
Gamalt er, at tá tú býrt í glashúsi, so skalt tú ikki steina.
Magni Laksafoss er kendur fyri sjálvur at møta illa upp í Løgtinginum. Og í so máta er hendan tingsetan einki undantak.
Kaga vit í gerðabókina hjá Løgtinginum, so sæst, at tingið hevur havt 22 fundur hesa tingsetuna, sum byrjaði á ólavsøku. Av teimum tingfundunum er Magni Laksafoss uppskrivaður fyri ikki at møta á 7 fundum. Tað er ein frávera upp á 32 prosent.
Kaj Leo Holm Johannesen hevur verið burtur frá tveimum tingfundum, tað er ein frávera upp á 9 prosent.
So vísa fólkatingsmenninir ikki sínum veljarum virðing við ikki at møta á einum fundi – so má tað – fyri at brúka metingarháttin hjá Magna Laksafoss og Kaj Leo Holm Johannsen vera rímuliga stór vanvirðing at halda seg burtur frá triðja hvørjum tingfundi.
Les eisini: Hvar vóru fólkatingsumboð Føroya?
Les eisini: Tjóðveldi var best umboðað á Christiansborg
Les eisini: Frekar illgitingar frá Kaj Leo og Magna










